Føroyar nýtt met á FIFA-styrkislistanum

Føroyar nýtt met á FIFA-styrkislistanum
Føroyar hava ongantíð fyrr verið hægri á FIFA styrkislistanum. Listin var kunngjørdur í dag.
 
09.04.2015 - 12:53

Føroyar eru nú nummar 102 á FIFA styrkislistanum, sum metir um, hvussu sterkar fótbóltstjóðir eru.

Føroyar hava ikki ligið so høgt áður. Hægsta plássið frammanundan var nummar 104. 

Tað er einki at ivast í, at tað serliga er sigurin á Grikkalandi í november í fjør, sum hevur skumpað Føroyar upp á listanum.

 

Danmark sterkasta norðanland

Danmark er nummar 28. á FIFA-styrkislistanum, og tað er hægsta plássið millum norðanlondini.

Ísland er farið upp um bæði Svøríki og Noreg.

28. Danmark

38. Ísland

39. Svøríki

70. Noreg

78. Finnland

102. Føroyar

 

Týskland best í heiminum

Týskland er framvegis mett sum heimsins sterkasta tjóð í fótbólti, meðan Argentina og Belgia eru á øðrum og triðja plássi

1. Týskland

2. Argentina

3. Belgia

4. Kolumbia

5. Brasilia

6. Holland

7.Portugal

8. Uruguai

9. Sveis

10. Spania

11. Frakland

12. Rumenia

13. Italia

14. Ongland

15. Kosta Rika

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Undansending: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366