IOC vil ikki tosa við ÍSF, men við løgmann

IOC vil ikki tosa við ÍSF, men við løgmann
Forsetarnir í IOC, Altjóða olympisku nevndini, hava ongan hug at hitta leiðsluna í Ítróttarsambandi Føroya
 
16.03.2015 - 09:07

Men Thomas Bach, sum nú er forseti í IOC, hevur einki ímóti at hava fund við løgmann.

Tað skilst á svari frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, til Gunvør Balle, løgtingskvinnu.

Fáa ikki svar

Løgmaður sigur millum annað í svarinum, at Ítróttarsambandið hevur fleiri ferðir roynt at fingið fund í lag við forsetar í IOC, men uttan úrslit.

31. oktober í fjør skrivaði løgmaður so til Thomas Bach. Hann svaraði 1. desember, og hann játtaði at hitta løgmann.

Løgmansskrivstovan roynir at fáa fundin í lag sum skjótast.

Fullveldisríki

Føroyar søktu um limaskap í IOC í 1984. Men upptøkureglurnar hjá IOC vórðu broyttar í 1996, og sambært teimum ber ikki til at lata Føroyum limaskap.

ÍSF hevur biðið um, at føroyska umsóknin verður viðgjørd eftir teimum reglum, sum vóru galdandi, tá Føroyar søktu, í 1984. Men tað vil IOC ikki.

IOC sigur, at treytin fyri limaskapi er, at landið er sjálvstøðugt, fullveldisríki. Hóast ÍSF sigur seg hava góðar grundgevingar fyri føroyskum limaskapi, ásannar løgmaður, at málið er sera trupult. 

Sum hann sigur í svarinum til Gunvør Balle, er brekkan brøtt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946