Brúka grønt og hvítt kort í fótbóltsdystum

Brúka grønt og hvítt kort í fótbóltsdystum
Samanborið við gula og reyða kortið, so er tað gott at fáa grønt kort, og minni gott at fáa hvítt kort
 
16.03.2015 - 14:23

Svøríki hevur gjørt av, at dómarar nú eisini kunnu geva leikarum grønt kort. Tað skrivar Aftonbladet. 

Jonas Eriksson, sum er svenskur HM-dómari, sigur við blaðið, at hugskotið er gott.

Grøna kortið skal í fyrstu atløgu brúkast í dreingja- og ungdómsfótbólti fyri at dómarin ikki bara skal setast í samband við neiligar hendingar.

Óroyndir dómarar

Sambært Jonas Eriksson, eru nógvir dómarar í yngru deildunum ungir og óroyndir við, hvussu teir skulu samskifta við spælarar. Tí heldur hann, at hugskotið er gott, at dómarin kann viðurkenna ítróttarliga góðan atburð við grønum korti, - sonevnt FairPlay.

Jonas Eriksson heldur eisini, at kortið kann brúkast í vaksnu deildini. 

- Ja, hví ikki? Tað er gott, hóast eg í dag royni at tosa við leikararnar, so teir vita, at teir hava gjørt nakað gott. 

Hvítt kort fyri at finnast at

Forsetin fyri evropiska fótbóltssambandið, Michel Platini, orkar ikki at síggja fótbóltsleikarar meira, sum finnast at dómaranum.

Tí skjýtur hann upp í nýggjastu bók síni, at hvítt kort verður brúkt, sum verður givið leikarum, sum finnast at avgerð hjá dómaranum. Hvíta kortið skal geva útvísing í 10 minuttir.

Hetta skal tó ikki blandast við gula kortið, sum verður givið fyri brot á reglur fyri sjálvt spælið, skrivar 59 ára gamli fraklendingurin, sambært tíðindastovuni AFP í Parlons Fottball, sum kom í blaðsølur hósdagin. 

Fleiri útskiftingar og færri reyð kort

Michel Platini skjýtur eisini upp, at loyvt verður hvørjum liði at framja 5 útskiftingar í einum dysti, - tvær í hálvleikinum og tríggjar meðan dystur er.

Samstundis mælir hann til at sleppa revsingini at vísa leikara av vølli, sum ger brotsspark, og hann mælir eisini til, at linjuverjar skulu sleppa inn á vøllin, um tað hjálpir teimum at taka betri avgerðir.

Sepp Blatter fyri skotum

Michel Platini finst, at enda í greinini, at starvsbróðri sínum, Sepp Blatter, sum er forseti í altjóða fótbóltssambandinum, Fifa.

Michel Platini sigur, at forsetin í Fifa hevur alt ov stórt vald, og mælir til, at valdið hjá honum verður avmarkað.

Kelda: dr.dk

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878