Sendistovan í Moskva latið upp

Sendistovan í Moskva latið upp
Aftrat sendimanninum starvast ein russiskur skrivari á føroysku sendistovuni í russiska høvuðsstaðnum
 
10.03.2015 - 15:01

Í dag letur sendistova Føroya í Moskva formliga upp.

Føroyar og Russland hava samstarvað innan fiskivinnu í mong ár, og  seinastu árini er føroyski útflutningurin til Russlands og Eysturevropa nógv vaksin. Landsstýrið hevur í fleiri ár virkað fyri at bøta um handilssambondini við Russland. Málið er nú ein meira víðfevndur handilssáttmáli millum londini, og sendistovan er ein týdningarmikil liður í at røkka hesum, sigur Løgmansskrivstovan.

Bjørn sendimaður

Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, er tilnevndur sendimaður í Moskva. Uppgávurnar hjá sendimanninum eru at umboða áhugamálini hjá landsstýrinum í Russlandi, umframt at virka fyri betri handilsligum viðurskiftum og at styrkja tey mentanarligu sambondini millum londini.

Á sendistovuni starvast tvey fólk. Umframt sendimannin, starvast ein russiskur skrivari. Seinni í vár verður móttøka á sendistovuni í Moskva.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109