- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nets niðurleggur 220 størv
Fyritøkan Nets, sum m.a. umsitur gjaldskortini hjá føroyskum peningastovnum, fer at niðurleggja 220 størv í Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi. Hetta verður gjørt til tess at styrkja kappingarførið, skrivar Ritzau.
Tilsamans 2500 fólk starvast í Nets, og í eini roynd at sleppa undan, at fólk verða uppsøgd, fer fyritøkan at bjóða starvsfólkunum eina skipan, har tey sjálvboðin fara úr starvi.
Nets fer nú at samráðast við fakfeløgini um málið.
Fyri einum ári síðani fór Nets á aðrar hendur, tá tveir kapitalgrunnar og pensjónsgrunnurin ATP keyptu fyritøkuna fyri 17 millardir kr. Umframt gjaldskort og gjaldstænastu hevur Nets avtalu við donsku myndugleikarnir um at reka NemID.
Forstjórin í Nets, Bo Nilsson, sigur, at hóast færri starvsfólk verða, fer tað ikki at ávirka trygdina í tænastunum, sum Nets bjóðar.