- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mærsk selur Esvagt
Mærsk fyrireikar nú at selja offshore-fyritøkuna Esvagt.
Frammanundan hevur A.P. Møller/Mærsk m.a. selt sín ognarlut í Dansk Supermarked og síðani Danske Bank.
Berlingske skrivar, at Mærsk fyri góðari viku síðani setti Danske Bank at standa fyri søluni av Esvagt, sum veitir trygdartænastur til boripallar.
A.P. Møller/Mærsk eigur 75 prosent av Esvagt, meðan fyrrverandi fiskimálaráðharrin, Kent Kirk, sum er næstformaður í nevndini í Esvagt, eigur 25 prosent saman við øðrum.
Blaðið skrivar, at lokalu vinnulívsfólkini, sum eiga Esvagt saman við Mærsk, ikki vilja selja, tí tey fegin vilja varðveita fyritøkuna í Esbjerg, og at hon ikki skal enda á útlendskum hondum.
Stríðið loyst
- Stríðið við Kent Kirk og hinar eigararnar er onkusvegna loyst, so nú kann Mærsk loksins halda fram við søluni av Esvagt, sigur ein kelda við Berlingske.
Prísurin fyri Esvagt fer at liggja um fýra milliardir krónur, skrivar blaðið við ávísing til fleiri keldur.
Kent Kirk sigur hinvegin til Berlingske, at hann einki kennir til, at Mærsk er í ferð við at selja Esvagt.
Esvagt hevur 40 skip í flotanum og eini 800 fólk í arbeiði.