Ivasom evni í reinsiserviettum

Ivasom evni í reinsiserviettum
Tað er trupult at finna góðar reinsiserviettar til vaksin. Hinvegin eru nógvar umhvørvismerktar vørur til børn, sigur danska brúkararáðið, Tænk
 
10.03.2015 - 13:59

23 av 30 pakkum við reinsiserviettum innihalda ivasom evni. Tað vísir nýggj kanning hjá danska brúkararáðnum, Tænk.

Tað eru reinsiserviettar, sum fólk brúka at reinsa burtur smyrsl, sum innihalda evnini.

Evnafrøðiliga deildin hjá brúkararáðnum hevur kannað 30 pakkar, og í 11 av pakkunum vóru slóðir eftir evni, sum eru undir illgruna at elva til krabbamein, tey kunnu órógva hormonini ella elva til ovurviðkvæmi. Bara í sjey pakkum vóru eingi óynskt evni.

Tað er trupult at finna fram til góðar reinsiserviettar til vaksin. Hinvegin eru nógvar umhvørvismerktar vørur til børn. 

Lesa uppá

Men tá tað snýr seg um reinsiserviettar, skalt tú lesa gjølla uppá fyri at tryggja tær, at pakkin ikki hevur fleiri av keðiligu evnunum, sigur verkætlanarleiðarin hjá brúkararáðnum Tænk Kemi, Stine Múller.

- Millum teir 30 reinsiserviettarnar var haldevnið, methylisoa-thia-zolinone, funnið í millum annað tveimum sløgum hjá Nivea. Hetta evnið er ikki hóskandi í reinsiserviettum, skrivar Tænk. Tað økir um vandan fyri at fáa ovurviðkvæmi, tí leivdir av evninum verða sitandi í húðini.

Haldevnið, polu-amino-propyl biguanide, er funnið í vørum frá Matas, Sephora og Dennis Knudsen. ES hevur bólkað evnið sum møguliga krabbameinselvandi.

Sjey av vørunum, sum royndir vórðu tiknar av, høvdu eisini haldevnið, Propyl-paraben, sum er undir illgruna fyri at ávirka hormonini. 

Eisini methyl-paraben, sum er á listanum hjá ES yvir evni, sum kunnu ávirka hormonini, varð funnið í reinsiserviettum frá Shisheido, Murad og aftur í reinsiverviettum frá Nivea. 

Angi í 16 reinsiserviettum

Angi varð funnin í 16 av reinsiserviettunum, - sambært vørulýsingini. Sambært brúkararáðnum er tað heldur ikki í lagi, tí luktilsi kann elva til ovurviðkvæmi.

Millum tey 30 sløgini av reinsiserviettum vóru bert fimm merktir við Svanamerkinum ella Bláa kransinum hjá danska Astma- og allergifelagnum.

Danska brúkararáðið sigur, at vilt tú við vissu sleppa undan luktilsi, skal tú brúka slagið, sum er merkt: Uttan Anga


Listin hjá ES yvir evni, sum órógva hormonini:

4,4'Dihydroxybiphenyl ((DIHYDROXYBIPHENYL)
Ethylparaben
Propylparaben 
Butylparaben 
Methylparaben 
Cyclotetrasiloxane 
HYDROXYCINNAMIC ACID 
Boric Acid 
BHA ella tert. Butylhydroxyanisol 
Diethyl phthalate (DEP) 
Resorcinol 
Ethylhexyl methoxycinnamate ella
Octyl methoxycinnamate 
4,4’-Dihydroxy-benzophenone 
4-METHYLBENZYLIDENE CAMPHOR 
Benzophenone-2 
Benzophenone-1 
3-Benzylidene camphor
Kelda: danska brúkararáðið Tænk

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109