Hava gjørt nýggjan sáttmála

Hava gjørt nýggjan sáttmála
Sáttmálin millum Reiðarafelagið fyri farmaskip og Skipara- og navigatørfelagið er galdandi í tvey ár
 
10.03.2015 - 09:47

Í gjár skrivaðu Reiðarafelagið fyri farmaskip og Føroya Skipara- og navigatørfelag undir nýggjan tvey ára sáttmála. 

Partarnir eru samdir um eina lønarhækking. Lønin hækkar 1,98 prosent 1. mars í ár og 2,25 prosent 1. mars næsta ár. 

Hetta er sama hækking sum í hinum semjunum, ið eru gjørdar millum fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag, har Reiðarafelagið fyri Farmaskip er limur.

Partarnir skrivaðu eisini undir avtalu um fráboðanarfreist í sambandi við verkfall.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109