- Tíðindi, mentan og ítróttur
16.000 skattaborgarar fáa 41,6 mió. kr. aftur
16.000 skattaborgarar fáa 41,6 mió. kr. aftur
1.000 skattgjaldarar skuldu rinda 2,3 mió. kr. í írestandi skatti
10.03.2015 - 10:36
Nærum 16.000 skattaborgarar hava goldið ov nógv í skatti, og teir fáa nú pening aftur frá Taks. Tilsamans er avlopsskatturin 41,6 milliónir krónur.
Gótt 1.000 skattaborgarar hava goldið 2,3 milliónir ov lítið, og teir mugu so lata sær lynda at fáa rokning fyri írestandi skatt.
Og tey, sum hava goldið júst tað í skatti, sum tey skulu, eru 21.131 í tali.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV