- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar vilja luttaka í altjóða svimjikappingum
Føroyar vilja luttaka í altjóða svimjikappingum undir Merkinum, og Føroyar vilja eisini hava limaskap í IOC.
Hendan boðskapin bar Bjørn Kalsø, landsstýrismaður fram fyri Thomas Bach, forseta í altjóða olympisku nevndini í gjár, og danski krúnprinsurin, Fríðrikur, fekk somu áheitan. Krúnprinsurin er nevndarlimur í IOC.
Stór ítróttarstevna var í Keypmannahavn í gjár, og við á ferðini hjá landsstýrismanninum var eisini forsetin í ÍSF, Petur Elias Petersen.
Teir umrøddu trupulleikarnar, sum Føroyar hava við luttøkuni í europeisku juniormeistarakappingini, sum verður í Baku í summar. Føroysku svimjararnir sleppa nevniliga ikki at vera við har sum føroyingar, tí Føroyar ikki hava sjálvstøðugan limaskap í OIC. Og tá vit ikki eru limir í Altjóða Olympisku Nevndini, ja, so vil Europeiska Olympiska nevndin, sum skipar fyri svimjikappingini á Baku, heldur ikki viðurkenna Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð.
Seinni í ár skal Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður hitta Thomas Bach, forseta í OIC, og evnið á fundinum verða ynskini hjá Føroyum um limaskap í altjóða olympisku nevndini.