- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svimjisambandið umhugsar at stevna
Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya viðger í løtuni, um sakarmál skal reisast móti evropeiska svimjisambandinum, LEN.
Tað hendir, eftir at Svimjisambandið hevur fingið boð um, at føroyskir svimjarar sleppa ikki at vera við á evropeisku juniormeistarastevnuni í summar, hóast Føroyar áður hava fingið munnligt lyfti um hetta.
Men tað er ikki bara sum at siga tað, at reisa sakarmál. Tað kostar pengar - nógvar pengar, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya.
Samband við ÍSF
Starsvnevndin í Svimjisambandinum Føroya ætlar tí at seta seg í samband við starvsnevndina í Ítróttarsamband Føroya, ÍSF, at umrøða spurningin um fígging í sambandi við eitt møguligt sakarmál.
Ítróttarsamband Føroya hevur ikki viðgjørt tann spurningin enn, sigur Petur EliaS Petersen, ÍSF-forseti.
Talan er um eitt rættiliga prinsipielt mál, ikki bara fyri føroyska svimjing, men føroyskan ítrótt yvirhøvur, sigur Svimjisamband Føroya.
Viðurkenna ikki Føroyar
Evropeiska olympiska nevndin vil ikki viðurkenna Føroyar, hóast Føroyar hava sjálvstøðugan limaskap í Evropeiska Svimjisambandinum.
Juniormeistarastevnan er stevna, sum evropeiska svimjisambandið skipar fyri.
Men ætlanin er nú, at evropeiska olympiska nevndin skal standa fyri stevnuni. Og tá Føroyar ikki hava sjálvstøðugan limaskap í olympisku nevndini, kunnu Føroyar ikki vera við. Skulu føroyskir svimjarar vera við í kappingini, má tað vera undir øðrum flaggi, hevur evropeiska olympiska nevndin boðað frá.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.