- Tíðindi, mentan og ítróttur
Keypir Sendistovuna og fer frá sum stjóri í Nema
Í dag hevur Christian Nagata keypt Sendistovuna, sum var dóttirfelag hjá Nema, burtur úr samtakinum. Samstundis fer hann frá sum stjóri í Nema-samtakinum, men heldur tó fram sum stjóri á Prentmiðstøðini, sum Nema eisini eigur.
- Eg og nevndin eru samd um, at tíðin er búgvin til at lata nýggjar kreftir føra Nema víðari, sigur Christian Nagata.
Sendistovan varð stovnað í 2007. Fyritøkan hevur virksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Á Sendistovuni starvast 23 fólk.
Nema er heildarveitari innan kt, skrivstovulutir og innbúgv. Í Nema, sum hevur deildir í Tórshavn og í Klaksvík, starvast 70 fólk.
Christian Nagata fer úr starvi 28. februar, og tá tekur Júst í Túni Vang, fíggjarleiðari í Nema, við sum fyribils settur stjóri.
Samrøða verður við Christian Nagata í útvarpstíðindunum klokkan 10.