- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jørgen Niclasen fekk viðhald í rættinum
Føroya rættur hevur dømt Dia Midjord, kringvarpsstjóra og Liljuna Weihe, tíðindaleiðara, 20 dagbøtur á 1000 krónur í sakarmálinum, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, reisti í tollmálinum.
Jan Lamhauge, tiðindamaður í Kringvarpinum, er dømdur 10 dagbøtur á 1000 kr., og Sveinur Tróndarson, fyrrverandi redaksjónsleiðari á portal.fo, skal gjalda 20 dagbøtur á 1000 kr.
SÍ EISINI Her er dómurin
Øll fýra skulu gjalda Jørgeni Niclasen 50.000 kr., tó skal Jan Lamhauge rinda í mesta lagi 5.000 kr. Tey saksøktu skulu eisini gjalda sakarmálskostnaðin hjá Jørgeni Niclasen, sum er 75.000 kr.
Hinvegin eru tey saksøktu frídømd í kravinum um at gjalda fyri at almannakunngera dóm.
Rætturin sigur, at endurgevingar í innsløgum í Degi og Viku, í sjónvarpssendingini Tollmálið og í greinum á portal.fo, eru ógrundaðar.