- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra umsøkjarar til verkætlanarstarvið
Fýra umsøkjarar eru til tíðaravmarkaða verkætlanarstarvið, sum Gjaldstovan hevur boðið út á almenna Keypsportalinum.
Freistin at søkja var mánadagin.
Ein bólkur við umboðum fyri Gjaldstovuna, Vinnumálaráðið og kommunurnar fer nú at viðgera innkomnu umsóknirnar og ger síðani eina innstilling til stýrisbólkin, sum tekur endaliga avgerð um, hvør skal fáa starvið.
Taka avgerð fríggjadagin
Tann avgerðin verður tikin á stýrisfundi nú fríggjadagin á middegi, sigur Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni.
Í stýrisbólkinum sita Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, Marjun Hanusardóttir, stjóri á Løgmansskrivstovuni, Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, Bjarni Askam Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, Ólavur Ellefsen fyri Vinnuhúsið, og Eyðun Christiansen, skrivari í kommunufelagnum.
Gjaldstovan skal brúka fólk til at gera eina nýggja strategi um, hvussu tænastur hjá tí almenna skulu talgildast.
Tann, sum settur verður, skal hava neyðugar førleikar, útbúgving og royndir. Men dentur verður eisini lagdur á, at tann, sum kann gera arbeiðið fyri lægstu lønina, fær starvið.
Brot á setanarpolitikkin
Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, heldur, at hetta er brot á almenna setnarapolitikkin. Hon hevur tí sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanninum í fíggjarmálum, ein grein 52 fyrispurning. Freistin hjá landsstýrismanninum at svara spurninginum er í dag.
Eisini Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya heldur, at talan er um brot á almenna setnarapolitikkin og hevur sett Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum nakrar spurningar um verkætlanarstarvið, sum er lýst leyst á Keypsportalinum.
Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, hevur víst aftur, at talan er um starvssetan, tí talan er um at útveita eina tænastu. Og tað er ikki tað sama, sigur Leif Abrahamsen.