- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðgera kvinnurættindi í Føroyum
Kvinnurættindi í Føroyum verða viðgjørd í Geneve í dag.
ST hevur hoyring um kvinnurættindi, og grundarlagið er frágreiðingin, sum ST fekk frá landsstýrinum í 2013.
Kvinnurættindasáttmálin hjá ST, CEDAW sáttmálin, kom í gildi í Føroyum í 1983.
Triðja frágreiðingin
Frágreiðingin, sum ST fekk úr Føroyum í 2013, er tann triðja úr Føroyum um, hvussu gongst hjá Føroyum at halda CEDAW sáttmálan.
Løgmansskrivstovan samskipaði arbeiðið at skriva frágreiðingina og fyrireika seg til hoyringina í dag í samstarvi við Vinnumálaráðið, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Mentamálaráðið og danskar myndugleikar.
Frágreiðingin hevur eisini verið til hoyringar hjá áhugafelagsskapum í Føroyum.
Fólk frá Løgmansskrivstovuni og Vinnumálaráðnum eru farin til Geneve at svara spurningum frá ST um kvinnurættindi í Føroyum í hoyringini í dag.
Lata frágreiðing fjórða hvørt ár
CEDAW sáttmálin áleggur Føroyum at tryggja rættindi hjá kvinnum.
Fjórða hvørt ár skal frágreiðing latast ST um, hvussu Føroyar fylgja ásetingunum í sáttmálanum.
Áhugafelagsskapir kunnu eisini lata ST sínar egnu frágreiðingar, skuggafrágreiðingar nevndar, og felagsskapirnir kunnu vera við til hoyringarnar hjá ST.