Manningar og reiðarar samráðast um sáttmálar

Manningar og reiðarar samráðast um sáttmálar
Fundir eru hvønn dag í hesari vikuni
Yvirmannafeløgini og Reiðarafelagið hava longt sáttmálarnar til 1.mars
 
24.02.2015 - 10:38

Manningarfeløgini og Reiðarafelagið samráðast framvegis um nýggjar sáttmálar, og fundir eru hvønn dag í hesari vikuni.

Samráðingarnar millum Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið og Maskinmeistarafelagið eru komnar longri enn samráðingarnar millum Skipara- og navigatørfelagið og Reiðarafelagið.

Tað var ikki fyrr enn í gjár, at Skipara- og navigatørfelagið og Reiðarafelagið viðmerktu krøvini hvørt hjá øðrum. Og feløgini hittast aftur hósdagin.

Manningarfeløgini søgdu sáttmálarnar upp. Teir vóru galdandi til nýggjárs.

Yvirmannafeløgini og Reiðarafelagið longdu sáttmálarnar til 1.mars, og Fiskimannafelagið góðtók, at samráðingarnar vórðu útsettar, meðan Reiðarafelagið var bundið av samráðingum við onnur lond um fiskirættindi.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109