Fiskimálaráðið fær longri freist at svara

Fiskimálaráðið fær longri freist at svara
Partafelagið Líraberg vil hava Landsrættin at taka støðu til, um landsstýrismaðurin hevur heimild at býta makrelin soleiðis, sum hann ger
 
24.02.2015 - 11:13

Fiskimálaráðið hevur fingið tveir mánaðir afturat at svara partafelagnum Lírabergi, nú sakarmálið millum partarnar er farið í Landsrættin.

Fiskimálaráðið skuldi upprunaliga svara kæruni í morgin, men hevur fingið freistina longda í tveir mánaðir.

Partafelagið Líraberg vil hava Landsrættin at taka støðu til, um landsstýrismaðurin hevur heimild at býta makrelin soleiðis, sum hann ger, og at Føroya rættur ikki tók støðu til henda týdningarmikla spurningin í sínum úrskurði, sum fríkendi Fiskimálaráðið.

Vildu hava makrelkvotu

Partafelagið Líraberg stevndi Fiskimálaráðnum m.a. við kravi um, at Fiskimálaráðið skuldi viðurkenna, at tað var skeivt ikki at geva Samtakinum Sjófelli makrelkvotu í 2012. Samtakið søkti um 15 prosent av kvotuni, ella 22.500 tons.

Kravt var eisini, at Fiskimálaráðið skuldi rinda partafelagnum Lírabergi endurgjald fyri mista inntøku.

Føroya rættur fríkendi Fiskimálaráðið, og helt tað ikki vera neyðugt at taka støðu til heimildina hjá Fiskimálaráðnum at býta makrelin í 2012. Og nú málið er kært til landsrættin, er tað júst spurningurin um heimildina hjá landsstýrismanninum at býta makrelin, sum felagið Líraberg vil hava rættin at viga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109