Fara aftur at arbeiða fisk á Bacalao

Fara aftur at arbeiða fisk á Bacalao
Fyritøkan Espersen á Bornholm skal standa fyri virkseminum, sum væntandi byrjar seinn í ár
Nú verður roynt at fáa fiskaarbeiði aftur á gamla Bacalao í Havn
 
24.02.2015 - 11:41

Síðani Faroe Seafood fór á húsagang í desember í 2010, hava arbeiðarafeløgini í Havn arbeitt við at fáa fiskaarbeiði aftur á virkinum hjá Bacalao á vestaru bryggju í Havn. Tá virkið læt aftur, hvurvu 100 tímalønt arbeiðspláss í høvuðstaðnum.

Og nú er líkt til, at tað fer at eydnast.

Eingin vil vátta tíðindini, men sum útvarpið skilir, hevur danska fyritøkan Espersen á Bornholm áhuga fyri at byrja virksemi í hølunum hjá Bacalao.

Keyptu bygningar og maskinur

Fyrst í apríl í 2011 keypti Tórshavnar kommuna bygningin á vestaru bryggju fyri 9.5 milliónir kr. Samstundis keyptu Havnar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag maskinurnar á virkinum fyri umleið 4 milliónir kr., sum var helvtina minni enn metta virðið.

Líka síðani hevur verið arbeitt við at fáa virksemi aftur á Bacalo, men tað hevur ikki borið til, tí eingin vildi seta pengar í virkið, og heldur ikki bar til at fáa fígging til at byrja virksemið aftur.

Seinast í 2011 var líkt til, at fiskaarbeiði kundi byrja a virkinum á vári í 2012, men tann ætlanin datt eisini niðurfyri.

Í januar í 2012 byrjaði partafelagið Barðið at taka ímóti fiski á Bacalao, og tað skuldi vera fyrsta stigið til at fara undir størri virksemi á Bacalao. Og nú er so líkt til, at fiskaarbeiði verður aftur á Bacalao.

Espersen skal keypa maskinurnar

Arbeiðarafeløgini hava gjørt avtalu við fyritøkuna Espersen á Bornholm, sum ætlar at keypa maskinurnar, sum feløgini keyptu frá búnum eftir Faroe Seafood. Og Espersen skal leiga hølini á Bacalao frá Tórshavnar kommunu.

Nær fiskaarbeiði byrjar aftur, er ikki endaliga greitt, og eingin fæst at geva eitt boð uppá tað. Fyrst skulu hølini umvælast. Síðani verður farið til verka, og tað verður einaferð seinni í ár..

Fyritøkan Espersen hevur virkir í fleiri londum, og sum skilst, so ætlar fyritøkan at keypa upsa í Føroyum,og at virka ymsar vørur burtur úr frystum fiski.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109