- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvanliga nógv full fólk í nátt
- Tað hava verið óvanliga nógv full fólk úti í nátt, og tað er helst tí at tað er føsta, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, Kristina Christiansen, við Kringvarpið.
Løgreglan hevði úr at gera í nátt, og mátti hjálpa óvanliga nógvum fólkum, ið høvdu tikið ov nógv til sín, til hús ella á føtur aftur, verður upplýst á politistøðini í Havn.
Í Havn varð ein bilur stolin seinnapartin í gjár, leygardagin. Tveir menn vórðu tiknir, tá bilurin varð funnin aftur seinni í gjár í Eysturoynni.
Maður segði, hann varð stungin
Í Klaksvík fekk løgreglan fráboðan um at 12-15 mans vóru um at fara til hendurs. Menninir vórðu tosaðir til rættis, og meira varð ikki gjørt við málið.
Løgreglan fekk eisini fráboðan um, at ein maður var stungin á einum skeinkistaði. Nú skal kannast, um hald er í málinum, ella um maðurin sjálvur er dottin.
Tey óvanliga nógvu fullu fólkini í nátt vóru um alt landið, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn - úr Norðoyggjum til Suðuroyar.