- Tíðindi, mentan og ítróttur
Doris Jakobsen aftur í Fólkatingið

Flokkur hennara, Siumut, vil heldur hava hana í fólkatinginum.
Doris Jakobsen gjørdist landsstýriskvinna í heilsumálum og norðurlendskum samstarvi 10.desember í fjør.
Tá fór Nick Nielsen í fólkatingið fyri Siumut.
Doris Jakobsen skal tó bara vera í fólkatinginum til fólkatingsvalið seinni í ár, so hon hevur farloyvi úr landsstýrinum. Fólkatingsvalið verður í seinasta lagi 14.september.
Doris Jakobsen góðtekur avgerðina hjá flokki sínum, sigur hon við KNR, grønlendska kringvarpið.
- Ikki minst Thulemálið hevur víst okkum, at tað er umráðandi at hava fólk við royndum í fólkatinginum, fólk, sum kann arbeiða saman við landsstýrinum, sigur Kim Kielsen, landsstýrisformaður og formaður í Siumut, sum er sosialdemokratiski flokkurin í Grønlandi.
Siumut og Grønland eru vorðin sterkari í fólkatinginum, nú Doris Jakobsen aftur tekur sæti har, sigur Kim Kielsen.
Meðan Doris Jakobsen er í fólkatinginum, eru málsøki hennara flutt til onnur landsstýrisfólk at umsita. Martha Lund Olsen er nú eisini landsstýriskvinna í heilsumálum, og Vittus Qujaukitsoq fekk norðurlendska samstarvið.
Les eisini: Nýggja landsstýrið í Grønlandi mannað
