- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðgera rættin hjá Føroya Tele til fjarskiftiskerv
Framsókn skjýtur upp, at landsstýrið skal leggja fram lógaruppskot um, at eitt alment partafelag skal eiga, reka og umsita almenna fjarskiftiskervið til frama fyri kappingina á kunningar- og samskiftismarknaðinum.
Dótturfelagið hjá Føroya Tele, FT Net, rekur og umsitur sum er einasta fjarskiftiskervið í landinum. Felagið er veitari hjá øllum KT- og telefyritøkum í landinum, eisini Føroya Tele sjálvum, Vodafone og Elektron.
Føroya Tele í dupultleikluti
Føroya Tele er sostatt í dupultleiklutinum sum bæði útbjóðari og kundi. Henda støðan ger, at Føroya Tele hevur serligan fyrimun av sambandinum við FT Net, men hon er til bága fyri kappingarneytarnar, sigur Poul Michelsen í viðmerkingunum til uppskotið.
Flestu serfrøðingar eru á einum máli um, at verður Føroya Tele einaferð einskilt, skal virksemið í FT Neti ikki seljast, men varðveitast í einum almennum felag.
Við leggja ognarrættin, raksturin og umsitingina av almenna fjarskiftiskervinum í eitt sjálvstøðugt alment partafelag, er sostatt eisini greitt at einskilja Føroya Tele, um og tá tað verður aktuelt, sigur Framsókn.