- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seks mál um djóravanrøkt

Harafturat komu 23 fráboðanir um onnur viðurskifti viðvíkjandi djórum árini 2010-2014, viðurskifti, sum kanska vóru vanrøkt. Kanningar staðfestu tó, at grundarlag var ikki fyri at gera meira við hesi mál.

Tað hevur Vinnumálaráðið fingið at vita frá politinum. Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum spurdi um djóravernd.

Landsstýrismaðurin sigur, at landsdjóralæknin hevur í sambandi við fyrispurningin víst á, at brúk er fyri kunngerð, sum ítøkiliga ásetur mark fyri, nær djór verða viðfarin á forsvarligan hátt, til dømis, tá ross, seyður og hundar eru úti.