- Tíðindi, mentan og ítróttur
Privat vatn verður kommunalt
Hvalbiar kommuna hevur í longri tíð samráðst um at yvirtaka privatu vatnfeløgini í kommununi. Hetta verður gjørt, tí krøvini um reint vatn eru herd munandi seinastu árini, sigur kommunan.
Nú eru so vatnfeløgini í Nesi, í Sandvík, í Garðsenni og í Skálum yvirtikin. Ætlanin er eisini, at kommunan skal yvirtaka hini vatnfeløgini í kommununi. Hesi feløgini eru tvinni. Eitt er á Hamri, og hitt er suðuri í haga og eitur Vatnfelagið á Heyggi.
Tað kostar ikki kommununi nakað at yvirtaka vatnfeløgini, sigur Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalba, við útvarpið í morgun. Men kommunan yvirtekur skyldurnar at veita vatn, sum er reint sambært lógvarkrøvum, sigur hann.