- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv fólk til Føroya at uppliva sólarmyrkingina
Út við 6.000 ferðafólk koma til Føroya at luttaka í tiltøkunum um Sólarmyrkingina, sum verður fríggjadagin 20. mars. Tey fyrstu ferðafólkini koma longu til landið mánadagin 16. mars.
Í hesum sambandi fara níggju ferðamannaskip at liggja við bryggjuna í Havn og á Oyrareingjum. Fyrsta skipið kemur longu 16. mars.
Visit Tórshavn sigur í einum tíðindaskrivi at ferðafólkini, sum koma til landið, eru ikki eins og tey ferðafólkini vit eru von við at taka ímóti, og flestu av teimum verða verandi í Havn allar dagarnar.
Kunningarstovan heitir tí á handlar og matstovur í býnum um at hava leingi opið hesar dagarnar.
Hildið verður, at flest fólk eru í býnum í døgunum 19. mars til 22. mars.