- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna um tað loysir seg at strika punktgjald
<p>Jørgen Niclasen sigur, at hann nú fer at tosa við flokkarnar í samgonguni um málið. Hann vil ikki siga, hvørjar vørur, hann hugsar um, men í fjør summar nevndi Jørgen Niclasen smyrsl og luktilsi í samrøðu við Sosialin.</p>
<p>Endamálið við at strika punktgjaldið er at fáa fleiri pengar í landskassan, tí uttan punktgjald verða fleiri vørur seldar, og tað gevur landskassanum meira í meirvirðisgjaldi.</p>
<p>Fyri tíggju árum síðani varð punktgjaldið, sum eisini verður kallað luksustollur, strikað á sjónvarpstólum, útvarpstólum og øðrum slíkum tólum.</p>
<p>Tað gjørdi ikki, sigur Jørgen Niclasen, at landskassin misti pengar, tí fleiri tól vórðu seld, og tað gav landskassanum meira í meirvirðisgjaldi. Tað sama hendi við fløgum.</p>