Mánadagin fellur dómur í grannskoðaramálinum

Mánadagin fellur dómur í grannskoðaramálinum
Mánadagin fellur dómur í sonevnda grannskoðaramálinum, ið hevur verið viðgjørt í trý ár. Tríggir grannskoðarar mistu løggildingina
Mánadagin fellur dómur í sonevnda grannskoðaramálinum, ið hevur verið viðgjørt í trý ár

29.01.2015 - 12:48

Dómur fellur mánadagin í sonevnda grannskoðaramálinum. Rættarfundir hava verið í Føroya Rætti síðan mánadagin, og síðsti rættarfundur er í dag í sonevnda grannskoðaramálinum.

Tríggir av grannskoðarunum, sum mistu løggildingina, hava stevnt løgmanni, við kravi um, at avgerðin hjá honum at taka løggildingina aftur, verður ógildað.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, staðfesti tann 21. februar í 2012 avgerðina hjá Skráseting Føroya um at taka aftur løggildingina hjá níggju granskoðarunum í grannskoðaramálinum.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/netvarp/uv/2012/02/23/misngdur-vi-niurstuna-hj-lgmanni-gra...øgdur við niðurstøðuna hjá løgmanni í grannskoðaramálinum

Orsøkin var, at grannskoðararnir ikki høvdu kravdu próvtøkuna fyri at fáa løggilding. Grannskoðararnir hava tó fingið trý ár til at klára kravdu royndina. Grannskoðararnir gjørdu í februar í 2012 av at leggja málið fyri rættin, so málið hevur verið ávegis í trý ár.

Av fyrstan tíð var ætlanin at fara beinleiðis í landsrættin við málinum, tí málið er serligt, og tí kann tað enda í hægstarætti. Men tað vildi Løgmansskrivstovan ikki ganga við til, málið skal fyrst fyri í Føroya rætti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. januar
Veðrið
186484
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418