- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innbrot í matvøruhandil í Havn uppklárað

Gjáramorgunin klokkan 8:54, fekk politiið fráboðan um, at innbrot hevði verið í einum matvøruhandli í Havn. Kanningar á staðnum vístu, at innbrotið varð framt umleið klokkan hálvgum trý fyrranáttina.

Tjóvarnir høvdu stolið 12.000 kónur og umleið fimm túsund sigarettir. Vakmyndatól í handlinum vísti, at talan var um tveir persónar, ið høvdu framt innbrotið.

Viðgingu seg sekar

Umleið klokkan tvey í nátt steðgaði løgreglan einum bili við trimum fólkum í. Politistarnir fingu skjótt illgruna um, at hetta møguliga var talan um tjóvarnar og tóku tveir 18 ára gamlar menn við á politistøðina til nærri avhoyringar.

Teir viðgingu seg sekar og greiddu frá hvar teir høvdu goymt pengarnar og sigarettirnar og eftir eina húsarannsókn hjá teimum báðum fann politiið nakað av tjóvagóðsinum.

Ein kassi við sigarettum og pengum, sum teir høvdu goymt aðrastaðni bleiv eisini funnin, og sostatt er nærum alt tjóvagóðsið funnið aftur. Teir báðir mennirnir eru avhoyrdir og skuldsettir fyri innbrotið og eru leyslatnir. Teir vóru ikki kendir av politinum frammanundan.