- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan kannar mál um kynsligan ágang
Mentamálaráðið hevur fyribils frátikið ein lærara fyri tænastu, meðan løgreglan kannar mál um kynsligan ágang. Tað váttar Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum.
Poul Geert Hansen leggur tó dent á, at hetta er vanlig mannagongd, tá mál skulu kannast.
- At lærarin fyribils verður frátikin tænastu er fyri at verja hann, og einki mistonkiligt liggur í hesum.
Kanna fartelefon og teldu
Jón Klein Olsen, leiðari á kriminaldeildini, sigur, at málið varð fráboðað fyrr í hesum mánaðinum.
Hann leggur dent á, at málið er so nýtt, og nú skulu fyrst kanningar gerast, - eitt nú skulu telda og fartelefon kannast, áðrenn støða skal takast til, um farast skal víðari við málinum ella um tað verður slept.