Endurgjald fyri ferðsluóhapp hækkar nógv

Endurgjald fyri ferðsluóhapp hækkar nógv
Broytingar í ferðslulógini gera, at tryggingin verður tann sama í Danmark, har hon er javnað hvørt ár
Óhapp ella vanlukkur á vegunum, har sum nógv fólk fáa skaða ella doyggja, fara nú at geva størri endurgjald.
 
23.01.2015 - 10:15

Ferðsluóhapp ella vanlukkur, har sum nógv fólk fáa skaða ella doyggja, fara at kosta tryggingarfeløgunum nógv meira enn nú.

Hámarkið fyri fólkaskaða fer úr 50 milliónum í heildar endurgjaldi upp í 114 milliónir krónur.

Fyri skaddar lutir hækkar endurgjaldið úr tíggju milliónum  upp í 23 milliónir krónur.

Hækkingarnar eru í uppskoti um at broyta ferðslulógina, sum Vinnumálaráðið hevur sent til hoyringar.

Sama sum í Danmark

Endurgjaldið verður nú tað sama sum í Danmark. 

Tølini vóru eina ferð tey somu í Danmark sum tey eru í Føroyum nú, men í Danmark verða tølini javnað hvørt ár, tey hækka hvørt ár. Í Føroyum eru tølini ikki javnað. Men tað verða tey sambært lógaruppskotinum.

Aðrar broytingar viðvíkjandi tryggingini eru eisini skotnar upp, millum annað um próvbyrðuna hjá tí, sum elvir til skaðan og tí, sum fær skaða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835