- Tíðindi, mentan og ítróttur
Toran elvdi til 161 skaðar
Toran elvdi til 161 skaðar
Flestu skaðarnir, sum vórðu fráboðaðir Tryggingarfelagnum, vóru í Saltangará
22.01.2015 - 16:38
Tryggingarfelagið Føroyar fekk fráboðan um óvanliga nógvar skaðar, ið stóðust av toruni í fjør.
161 elskaðar vóru fráboðaðir, ið stóðust av, at toran sló niður.
Tað sæst í tíðindaskrivi frá Tryggingarfelagnum.
Fráboðanir um el-skaðar komu úr øllum landinum, men flestu skaðarnir vórðu skrásettir í Saltangará. Har vóru tilsamans 98 el-skaðar fráboðaðir, stendur í tíðindaskrivinum frá Tryggingarfelagnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV