- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trý gull og fýra met í Reykjavík
Fleiri føroyskir svimjarar vóru í dag skjótari enn nakrantíð áður, tá kappast var í Reykjavík International í Íslandi.
Nýtt met í 200 metur frí hjá kvinnum
Cecilia Wigant Eysturdal vann bronsu í 200 m. frísvimjing, og hon setti eisini nýtt føroyskt met.
Tíðin hjá Ceciliu var 2.08.02. Gamla metið átti Emma Festirstein Nystrøm frá í fjør. Gamla metið var 2.09.31
Nýtt føroyskt met í 200 metur firvald hjá monnum
Óli Mortensen bleiv nummar fýra í finaluni í 200 m. firvaldssvimjing á langgeil.
Tíðin hjá Óla var 2.09.45. Óli átti sjálvur gamla metið frá í fjør. Gamla metið var 2.09.31.
Nýtt føroyskt met í 200 metur bringusvimjing hjá kvinnum og í 50 metur bringu
Ásbjørg Hjelm setti eisini nýtt føroyskt met í dag.
Ásbjørg vann gull í finaluni við tíðini 2.44.46.
Gamla metið er frá 2010. Tað átti Turið S. Christiansen (2.44.81)
Ásbjørg Hjelm setti eisini nýtt føroyskt met í 50 metur bringu við tíðini 35.61
Góður dagur fyri føroysku svimjararnar
Hesin dagurin bleiv heilt góður fyri føroysku svimjararnar, tí umframt at taka fleiri føroysk met, vórðu eisini nógv heiðursmerki vunnin.
Føroysku svimjararnir vunnu tilsamans trý gull, trý silvur og fýra bronsuheiðursmerkir.
Les meira á svimjing.com