- Tíðindi, mentan og ítróttur
Øll samferðslan darvað av vánaliga veðrinum
- Koyrilíkindini eru stak vánalig kring landið. Tað rýkur illa og tað er nógvur vindur, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki við útvarpið.
Í løtuni eru nakrir vegir stongdir, og seinni í dag fer Landsverk at taka støðu til, um aðrir landsvegir eisini skulu steingjast sum líður á dagin.
Fyrr í morgun sendi løgreglan áheitanina omanfyri út, har heitt varð á allar bilførarar um at at vísa varsemi í ferðsluni, nú koyrilíkindini eru vánalig.
Almenna samferðslan eisini rakt
Almenna flutningsfelagið, Strandfaraskip Landsins, kennir eisini sviðan av ringa kavaveðrinum, ið er kring landið í løtuni. Bussar standa og skip liggja.
- Í løtuni koyra ongir bussar hjá Bygdaleiðum, og nøkur skip hjá okkum eru løgd, sigur Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni.
Seinni í dag fer Strandferðslan eisini at taka støðu til, hvussu verður við siglingini hjá Strandferðsluni seinni, sigur ferðslusamskiparin, Jens Petur Brattalíð.
Øll flogferðsla útsett fyribils
Einki flogfar er hvørki komið ella farið á flogvøllinum í morgun, orsakað av ringa veðrinum, sum í løtuni eisini darvar allari flogferðslu hjá Atlantic Airways.
- Líkindini at flúgva eru vánalig. 110 fólk sita og bíða á flogvølliunum í løtuni. Vit vóna at fáa sent fólkini avstað seinni í dag, sigur Rasmus Niclasen, ferðslusamskipari hjá Atlantsflogi.
Tað verður kortini ein løta at bíða hjá ferðafólkunum á flogvøllinum. Flogførini frá í morgun eru fyribils útsett til klokkan 18, meðan tey, ið skuldu avstað seinni í dag, eru umbókað til onnur flogfør í morgin.