- Tíðindi, mentan og ítróttur
Farstøðin á flogvøllinum ikki brunagóðkend
Brunaeftirlitið heldur uppá, at tað skuldi góðkenna farstøðina, áðrenn hon varð tikin í brúk. Brunaeftirlitið kærdi Sørvágs kommunu, sum gav loyvið, men fekk ikki viðhald.
Farstøðin á flogvøllinum hevur onga brunagóðkenning frá Brunaeftirlitinum, sum sambært Brunaeftirlitinum er góðkennandi myndugleikin. Kortini fekk P/f Vága Floghavn loyvi at brúka komu- og farstøðina tann 3. juli í fjør.
Eitt ráðgevandi felag, Notir, gav loyvið vegna Sørvágs kommunu. Semja er ikki um, hvør hevur myndugleikan at góðkenna júst farstøðina á flogvøllinum.
Avgerð hjá Sørvágs kommunu kærd
Sambært lóggávuni, sum var galdandi, tá farið varð undir byggingina, skal Brunaeftirlitið góðkenna. Men 1. apríl í 2013 kom nýggja byggilógin, og tá fingu kommunurnar hendan myndugleikan.
Brunaeftirlitið kærdi avgerðina hjá Sørvágs kommunu til Kommunala eftirlitið, sum tó sendi kæruna til Kærunevndina í lendismálum, sigur Emil Simonsen, leiðari á Brunaeftirlitinum.
Nýtsluloyvið er latið, uttan at allir partar eru hoyrdir, millum annað Brunaeftirlitið, sum skal góðkenna brunatrygdina. Men nevndin vísti kæruni frá sær, tí Brunaeftirlitið kann ikki kæra - tað er ikki partur í byggimálinum, sigur nevndin.
Brunaeftirlitið: Málið er sera álvarsamt
Almennir myndugleikar ella myndugleikapersónar kunnu ikki vera partur í teimum fyrisitingarligu málum, sum teir sum myndugleiki arbeiða við ella hava eftirlit við, sigur Kærunevndin.
Brunaeftirlitið vildi annars hava Kærunevndina at ógilda nýtsluloyvið, sum Vága Floghavn fekk, ella staðfesta, at nýtsluloyvið ikki er galdandi. Brunaeftirlitið metir málið vera sera álvarsamt.
Nýtsluloyvið, sum givið er, setir Brunaeftirlitið í eina óhepna støðu, tí tað gerst trupult hjá Brunaeftirlitinum at eftirkanna, um brunatrygdin í farstøðini er í lagi.
Óvist um brunatrygdin er í lagi
Málið hevur skund, stendur í kæruni hjá Brunaeftirlitinum, tí farstøðin á flogvøllinum er tikin í nýtslu, og tí er talan um fólkatrygd.
Emil Simonsen, leiðari á Brunaeftirlitinum, sigur, at Brunaeftirlitið fekk tann 16. oktober í fjør tilfarið, sum tað átti at fingið frá Sørvágs kommunu, áðrenn nýtsluloyvið varð latið, frá Vága Floghavn. Brunaeftirlitið er nú í ferð við at kanna tilfarið.
Emil Simonsen sigur, at Brunaeftirlitið kann ikki siga, um brunatrygdin í farstøðini á flogvøllinum er í lagi ella ikki, tí Brunaeftirlitið hevur ikki kannað tað.
Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, hevur ongar viðmerkingar. Hann sigur, at tey hava nýtsluloyvi til farstøðina, sum er bygd eftir forskriftunum, settar vórðu byggingini.