- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bústaðarlán ávirkaðu brúkaraprístalið
Bústaðarlán ávirkaðu brúkaraprístalið
Bíligari bústaðarlán gjørdu, at brúkaraprístalið lækkaði eitt prosent í fjør. Brúkaraprístalið var 119,1 í fjør, tað var 120,3 í 2013
14.01.2015 - 16:22
Størstu ávirkanina á príslækkingina hava býlisprísirnir, sum fóru sjey prosent niður, upplýsir Hagstovan. Fyrst og fremst roknaða miðalrentan á íbúðarlánum drógu býliskostnaðin niður, rentan er lækkað 19,7 prosent
Harumframt er prísurin á brenniolju lækkaður hálvt fjórða prosent. Prístalið lækkaði eisini í øðrum bólkum í fjør. Teir eru klædnavørur og fótbúnaður, ymiskar vørur og tænastur og samskifti.
Størsti prísvøkstur var í bólkunum hotell og matveitarar, 2,4 prosent, innbúgv og húsbúnaður og flutningur. Matvøruprísirnir eru í miðal óbroyttir. Tó er prísurin á frukt hækkaður fýra prosent upp, men kaffi gjørdist 4,3 prosent bíligari í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV