- Tíðindi, mentan og ítróttur
Undirvísingin á Setrinum verður nú eftirmett
<p>Í morgin fer ein serfrøðinganevnd at leggja fram sína niðurstøður av kanningum, hon hevur gjørt av Fróðskaparsetrinum seinasta árið. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, setti á heysti í 2013 eina serfrøðinganevnd at eftirmeta Setrið.</p>
<p>Endamálið við eftirmetingini er at tryggja, at stovnurin livir upp til altjóða krøv, sum verða settar til granskingargrundaðar universitetsútbúgvingar. Nevndin er nú liðug og fer í morgin at almannakunngera sínar niðurstøður og koma við tilmælum.</p>
<p>Í serfrøðinganevndini eru Linda Nielsen, professari á Universitetinum í Keypmannahavn, Jón Torfi Jónasson, professari á Háskóla Íslands og Jürg Glauser, professari, sum starvast á universitetunum í ávikavist Zürich og Basel.</p>
<p>Hetta er fyrsta eftirmetingin av sínum slag av Fróðskaparsetrinum. Framløgan av eftirmetingini verður í Mentamálaráðnum í morgin klokkan 15, og framløgan er almenn.</p>