- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ávarar suðringar um illveður
Ávarar suðringar um illveður
Sýslumaðurin í Suðuroy mælir fólki frá at ferðast millum bygdir í illveðrinum
12.01.2015 - 10:31
- Tað er av ringasta veðri í Suðuroy í løtuni og tí mugu fólk vísa størsta varsemi, sigur Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroy.
Serliga á Porkerishálsi og Krambatanga er ringt veður. Landsverk boðaði fyrr í morgun frá, at tað vóru 40 metrar um sekundið á Porkerishálsi og 36 m/s á Krambatanga.
Sýslumaðurin í Suðri biður fólk vísa umhugsni, tá tey ferðast uttandura og bara at ferðast millum bygdir, um tað er hægst neyðugt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV