- Tíðindi, mentan og ítróttur
15 vindskaðar fráboðaðir í Suðuroy
Sløkkiliðið í Vági hevur fyrrapartin fingið fráboðan um sjey vindskaðar, tá ringa veðrið rakti sunnastu oynna í landinum mánamorgunin.
- Vindeygu eru farin inn, húsaklædningar hava rivið, takplátur eru farnar á frystihúsinum og onkrar tekjur eru eisini farnar á sethúsum.
Tað var stutti samandrátturin, tá útvarpið tosaði við Gudmund Jacobsen, sløkkiliðsleiðara í Vági, í tíðindasendingini klokkan 12:20.
Eisini skaðar á Tvøroyri
Sløkkiliðið á Tvøroyri hevur eisini fingið fráboðan um vindskaðar í ódnarveðrinum fyrrapartin, sambært útvarpstíðindunum.
- Vit hava fyribils fingið fráboðan um átta vindskaðar á Tvøroyri fyrrapartin, sigur Oddur Dimon, sløkkiliðsleiðari á Tvøroyri við útvarpið.
Húsaklædningar høvdu fingið skaða og onkur lyktapeli var farin av um tvøran. Hann var vestan í ættini, og tað er ikki ringasta ættin í oynni, sambært sløkkiliðsleiðaranum á Tvøroyri.