- Tíðindi, mentan og ítróttur
Markið fyri frípláss broytt í summar
Kommunurnar vildu ikki hava kunngerðina um frípláss í dagsstovnum broytta í fjør, so inntøkuhámarkið hækkar. Eitt uppskot varð sent til hoyringar á vári í fjør. Ætlanin var tá, at broytingin skuldi koma í gildi 1. august í 2014.
Dagsstovnaøkið er kommunalt. Føroya Kommunufelag tekur undir við broytingini, men av fíggjarligum ávum mælti felagið til at útseta broytingina til 1. august í ár. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna, í svari til Janus Rein, løgtingsmann.
Missa meira í fríplássi enn tey fáa meira í løn
Tað vísir seg, at tað loysir seg ikki hjá fólki, sum hava frípláss, at arbeiða meira, tí so missa tey fríplássið á dagstovninum. Tað er ein álvarsamur trupulleiki, at vit hava eina skipan, sum heldur fólki føstum í láglønarstøðu, eru Janus Rein og Annika Olsen samd um.
Orsøkin er útrokningarhátturin fyri frípláss á dagstovni. Fáa fólk, sum hava frípláss, 45.000 kr. meira í løn um árið, missa tey fríplássið. Fyri hvørjar 1.000 krónur, inntøkan hækkar, minkar fríplássið tvey prosent.
Trupulleikin er, at fólk missa meira í fríplássi, enn tey fáa meira í løn, og tá loysir tað seg ikki at fáa meira í løn. Í uppskotinum í fjør, um at broyta kunngerðina, skuldi inntøkumarkið hækka slakar 100.000 kr., úr 292.900 kr. upp í 390.000 kr.