- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noktar seg sekan
Grundlógaravhoyring er í løtuni av 34 ára gamla føroyinginum, sum er skuldsettur fyri at hava dripið konu sína á Frederiksberg í gjár. Avhoyringin er fyri afturlatnum hurðum, men áðrenn hurðarnar vórðu latnar aftur, kom fram, at maðurin nú noktar seg sekan.
Tað var annars maðurin sjálvur, sum í gjár ringdi til løgregluna og boðaði frá, at hann nokk hevði dripið konu sína.
Í gjár segði Hans Erik Raben, leiðari fyri drápsdeildini hjá løgregluni í Keypmannahavn, at málið var rættiliga greitt. 34 ára gamli føroyingurin hevði stungið donsku konu sína fleiri ferðir, og orsøkin nokk var eitt baldrut hjúnarband.
Men í dag segði verjin hjá skuldsetta føroyinginum, Malene Wagner, at hann noktaði seg sekan, og bað um at fáa navnaforboð og hurðarnar afturlatnar. Tíðindafólkini mótimæltu, men ynskið hjá verjanum varð gingið á møti.