Ráðið fyri brekað betri hagtøl í 2015

Ráðið fyri brekað betri hagtøl í 2015
Ráðið fyri brekað vil hava betri hagtøl í 2015. Tey eru ein fortreyt fyri at kunna hjálpa teimum, sum bera brek, sigur Ráðið fyri brekað
Ráðið fyri brekað vil hava betri hagtøl í 2015
Mynd: savnsmynd  
 
02.01.2015 - 11:30

Í Føroyum veit eingin, hvussu nógv fólk bera brek. 

Tí ber ikki til at siga, um talið er tað sama her sum í heiminum annars.
Sameindu Tjóðir meta, at sjeynda hvørt fólk í heiminum ber brek. 
Í dag eru okkurt um sjey milliardir fólk í heiminum. ST metir, at ein milliard teirra bera brek. 
Brek verður í hesum høpi allýst sera breitt og fevnir bæði um sálarlig og likamlig brek í størri og minni vavi. 
Ráðið fyri brekað sigur, at tað veit ikki, um sjeynda hvørt fólk í Føroyum ber brek. Eingi hagtøl eru um tað í Føroyum. 
- Men vit vita, sigur Ráðið fyri brekað, at 24 feløg eru í MBF, Meginfelagi teirra brekaðu í Føroyum. Hesi feløg hava 4.000 limir, átta prosent av fólkinum í Føroyum, sum svara til tólvta hvørt fólk í landinum.  
Ráðið fyri brekað vil hava betri hagtøl í 2015. Tey eru ein fortreyt fyri at kunna hjálpa teimum, sum bera brek, á bestan hátt, sigur Ráðið fyri brekað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. januar
Veðrið
186484
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418