Anita fer ikki í Landsrættin - dómurin endaligur

Anita fer ikki í Landsrættin - dómurin endaligur
Hvørgin parturin fer í hægri rætt við dóminum hjá Føroya rætti. Anita sleppur kortini ikki aftur á fiskileið. Eitt sakarmál um skipið er eftir.
Anita landar eftir ein túr undir Føroyum. Nú er ivasamt, um skipið aftur sleppur at fiska í føroyskum sjógvi.
 
31.12.2014 - 08:55

 

Dómurin móti skipara og reiðara  á garnaskipinum Anitu verður ikki skotin inn fyri Landsrættin.

Bæði reiðaríið og ákæruvaldið góðtaka dómin, sum fall í Føroya rætti 17.desember. Og tí er málið nú avgreitt.

Men skipið sleppur ikki aftur í vinnu, tí løgmaður í oktober gjørdi av at taka bæði veiðuloyvið og fiskiloyvið frá skipinum. 

Í Føroya rætti varð skiparin á Anitu dømdur at rinda 300.000 kr. í bót og reiðarín 150.000 kr. í bót. Harafturat skal reiðaríið rinda slakar 280.000 kr. fyri fisk, sum varð tveittur fyri borð, og semja er um, at reiðaríið skal gjalda 1,6 milliónir kr. fyri at fáa reiðskapin aftur.

Óvanligt mál

Málið um Anitu var serstakt, tí sambært løgfrøðingunum hjá fútanum var talan um eindømi, og málið kundi tí ikki avgreiðast við sektaruppskoti, sum annars er vanligt í slíkum førum. Tí fór ákæruvaldið í rættin við hesum málinum.

Ákæruvaldið vildi hava ein dóm at miða seg eftir, um okkurt mál, sum líkist tí hjá Anitu, kemur seinni. 

Reiðaríið veitti bankatrygd fyri øllum pengunum.

Nógvar ákærur

Talan var um seks ákærur móti skiparanum og fýra móti reiðaranum.

Ákærurnar vóru um skeivt førda dagbók, um nógv fleiri gørn enn Anita hevði loyvi til, gørn, sum stóðu alt ov leingi í sjónum, um fisk, sum var blakaður út, og um ov smáar meskar í garni, sum fiskaði havtasku.  

Bæði skiparin og reiðarin játtaðu seg sekar í Føroya rætti, men hildu tó, at í onkrum føri vóru linnandi umstøður. Tað helt rætturin eisini, og tí var dómurin móti skipara og reiðara 300.000 kr. linari enn ákæruvaldið kravdi.

Løgmaður gjørdi bart

Tann 25.oktober boðaði løgmaður frá, at hann tók aftur, fyribils, veiðuloyvið og fiskiloyvið hjá Anitu til dómur er fallin í málinum móti skipara, reiðara og reiðaríi. 

Anita noyddist at gevast við fiskiskapinum 1.november, og skipið liggur framvegis í Spania.

Reiðaríið hevur stevnt Løgmansskrivstovuni og vil hava Føroya rætt at ógilda avgerðina hjá løgmanni.

Tað málið dregur út, tí advokaturin hjá Løgmansskrivstovuni hevur fingið freist til 30. januar at svara kravinum.

Tí kann long tíð ganga til málið kemur í rættin. Men tá hvørgin parturin hevur valt at skjóta dómin inn fyri Landsrættin, er málið í veruleikanum avgreitt, og tí kann løgmaður taka endaliga støðu, um hann tekur loyvini frá Anitu med alla.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Fríggjadag 22. november
Góðan morgun Føroyar
184019
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981