- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fremmandur maður boðaði frá brennandi grýtu
Fleiri fólk í einum húsum í miðbýnum í Havn vórðu í morgun klokkan eitt kort til seks bjargað av einum fremmandum manni, sum var á veg til hús.
Maðurin, ið einki tilknýti hevði til húsini ella fólkini, sá royk í vindeygunum, og fór inn í húsini, har húsfólkini høvdu gloymt eina grýtu á komfýrinum. Maðurin fekk sløkt, varskógvað húsfólkið og ringt eftir sløkkiliðnum.
Sambært vakthavandi á løgreglustøðini, kundi illa verið statt, um ikki fremmandi maðurin varnaðist roykin og fór inn í húsini.
Sambært vakthavandi hava hvørki húsfólk ella hús fingið stórvegis skaða.
Annars hevur løgreglan fingið nógvar fráboðanir í nátt. Tær flestu hava verið um full fólk.
Eitt harðskapsmál verður latið ákæruvaldinum. Tað snýr seg um tveir mans, sum fóru til hendurs á einum dansistaði í Havn.