- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri børn fødd í ár í mun til í fjør
Alt bendir á, at fleiri børn verða fødd í ár enn í fjør.
Sambært einum yvirliti, sum Landssjúkrahúsið gjørdi tollaksmessudag, eru 607 børn fødd har í ár, men Landssjúkrahúsið væntar, at eini 10-15 børn verða fødd afturat í 2014.
Sostatt verður roknað við, at tilsamans 622 børn verða fødd á Landssjúkrahúsinum í ár. Í fjør vóru 608 børn fødd á Landssjúkrahúsinum.
70 kvinnur skulu eiga á Landssjúkrahúsinum í desember, og á føðideildini eru tey væl fyrireikað at taka ímóti børnum um høgtíðina, sigur Beintu Dahl Olsen, ljósmóðir.
Á Suðuroyar sjúkrahúsi hava tey tikið ímóti 32 børnum í ár, og har verða væntandi trý børn fødd aftrat í hesum árinum.
Sostatt eru tilsamans 639 børn fødd á Landssjúkrahúsinum og Suðuroyar sjúkrahúsi í ár. Í fjør vórðu 624 børn fødd