Fyritíðarpensjón verður til fólkapensjón

Fyritíðarpensjón verður til fólkapensjón
Fyritíðarpensjónistur hevur kært, men kærunevndin hevur givið Almannaverkinum viðhald
 
11.12.2014 - 09:48

Fólkapensjón kemur í staðin fyri fyritíðarpensjón og avlamisveitingar, tá tann, sum fær pengarnar, gerst 67. Og tað hendir, hóast fólk ikki søkja um tað.

Tað hevur Kærunevndin í almanna- og heilsumálum staðfest. Og Almannaverkið fekk samstundis viðhald í sínari avgerð.

Kært varð um, at miðal fyritíðarpensjón varð broytt til fólkapensjón, tá kærarin fylti 67 ár.  

Hetta gjørdi, at inntøkan hjá tí, sum kærdi, minkaði. 

Fær 521 kr. minni um mánaðin 

Hann fekk 9.295 kr. um mánaðin í fyritíðarpensjón, men 5.844 kr. í fólkapensjón. Harafturat fær hann 2.930 kr. frá Samhaldsfasta, so inntøkan minkar 521 kr. um mánaðin.

Almannaverkið boðaði frá, at fólkapensjónistar fáa ikki fyritíðarpensjón. 

Hetta varð kært. 

Men kærunevndin gevur Almannaverkinum rætt, tí Almannaverkið hevur gjørt eftir lógini, sum eisini sigur, at fólk, sum fylla 67, fáa fólkapensjón í staðin fyri fyritíðarpensjón uttan umsókn. 

Almannaverkið sigur, at kærarin kann søkja um persónliga viðbót afturat fólkapensjónini, um so er, at hann ikki kann klára seg við tí, hann fær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878