Fongsul í fimm mánaðir fyri at smugla hassj

Fongsul í fimm mánaðir fyri at smugla hassj
30 ára gamla ferðafólkið, sum býr í Danmark, hevur verið í varðhaldi í Mjørkadali síðani 20.oktober
 
08.12.2014 - 08:04

Eitt ferðafólk, sum kom til Havnar við Norrønu 20.oktober, hevði stívliga hálvt annað kilo av hassji við sær.

Tað kostaði fimm mánaða fongsulsrevsing, tá Føroya rættur feldi dóm í málinum í síðstu viku.

30 ára gamla ferðafólkið, sum býr í Danmark, hevur verið í varðhaldi í Mjørkadali síðani 20.oktober, tær fyrstu tvær vikurnar í avbyrging.

Eitt annað ferðafólk, sum kom við Norrønu 20.oktober, varð dømt 17.november fyri at royna at smugla 115 gramm av hassji innvortis. 
    

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117