- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kærari: Fleiri í kirkjuráðnum eru ógegnig
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/tofta_kirkja-_fridrikskirkjan_658483_2013-08-07t09-12-25.000.jpg?itok=tcashG09)
Innstillingin av sóknarpresti í Nes Sóknar Prestagjaldi má ganga umaftur, tí fleiri í kirkjuráðnum eru ógegnig, og tað er í stríð við fyrisitingarlógina.
Tað heldur advokaturin hjá einum umsøkjara, ið hevur kært innstillingina av Ova Brim sum prest til Mentamálaráðið.
Í kæruni, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, vísir kærarin á fleiri ivasom viðurskifti.
Eitt nú er deknurin í kirkjuni pápi Ova Brim. Formaðurin í kirkjuráðnum er systkinabarn pápa Ova Brim, og annar deknur í kirkjuni er kona kirkjuráðsformannin. Ein annar kirkjuráðslimur er beiggi konu formannin í kirkjuráðnum.
Vil hava nýggja viðgerð
Kærarin vísir eisini á, at tætt samband er millum foreldrini at Ova Brim og kirkjuráðsformannin, sum eisini var førdi orðið, tá setanarsamrøðurnar vóru.
Kærarin heitir tí á Mentamálaráðið um at ógilda innstillingina av Ova Brim og vísa hana aftur til nýggja viðgerð.
Tað lá annars í kortunum, at Ovi Brim skuldi taka við sum prestur í sóknini, eftir at kirkjusóknirnar á Nesi og í Gøtu høvdu innstillað hann til kallið sum sóknarprestur.
Eftir ætlan skuldi prestvígsla og innsetan vera nú í desember, men tað er fyribils avlýst.