Verri viðgerð fyri prostatakrabba í Føroyum

Verri viðgerð fyri prostatakrabba í Føroyum
Hóast vit leggja okkum eftir at hava sama støði sum Danmark, tá tað kemur til sjúkraviðgerðir í Føroyum, er munur á viðgerðini av prostatakrabba
Í Danmark fáa allir sjúklingar við prostatakrabba heilivágin Zytiga. Tað eru ikki pengar til tað í Føroyum
Mynd: Savnsmynd  
 
30.11.2014 - 17:43

Býrt tú í Danmark og fær prostatakrabba, er sannlíkt, at tú livir longur og betur, enn um tú býrt í Føroyum og fær prostatakrabba.

Danmark hevur í dag viðtikið, at allir sjúklingar, sum fáa staðfest prostatakrabba skulu hava heilivágin Zytiga, men tað er ikki galdandi í Føroyum enn, tí pengar eru ikki til tess.

Tað vísa skjøl, sum útvarpið hevur fingið innlit í.

Í samskifti millum Heilivágsráðið og Heilsumálaráðið skrivar sjúkrahússtjórin, Sigurð Ó. Vang, at myndugleikarnir eiga at umhugsa, um vit yvirhøvur skulu hava Danmark sum referansu, hvat viðvíkur heilivági, tá peningur ikki er tøkur til at seta somu viðgerðrir í verk, sum man ger í Danmark. 

Hann vísir á, at man í øðrum norðurlondum og eitt nú Bretlandi ikki hevur somu standardir sum Danmark. Eitt nú hava tey ikki heilivágin, Zytiga, sum fyrsta val til sjúklingar við prostatakrabba.

Hóast eingin peningur er til at seta heilivágin Zytiga inn sum fyrsta val, mælir Heilivágsráðið til, at heilivágurin  - eins og í Danmark - verður góðkendur sum fyrsta val - tó við fullum tilgongdarsteðgi. 

Tað vil siga, at heilivágurin verður góðkendur, sum fyrsta val, men læknarnir kunnu ikki seta sjúklingar í viðgerð við honum. Skal Zytiga gerast fyrsta væl praksis, er tørvur á 3,5 milliónum krónum meira um árið til viðgerðri av prostatakrabba.

Kanningar vísa, at sjúklingar liva longri og hava tað betur, um teir fáa Zytiga. 

Sostatt stendur í tilmælinum frá Heilivágs-ráðnum: 
"Tað er staðfest at viðgerð við Zytiga leingir livitíðina hjá sjúklinginum, og sjúklingurin livur betri, í mun til kemoviðgerð, sum niðurbrýtur órinsverjuna, við teimum fylgjum, sum tað hevur." 

Av misgávum vóru føroyskir sjúklingar settir í viðgerð við Zytiga í 2013, uttan at Heilsumálaráðið hevði givið loyvi til at skriva út heilivágin. 

Heilivágurin varð tískil góðkendur sum 2. val í 2013, eftir at tveir sjúklingar vóru settir í viðgerð við honum. 

Verður Zytiga góðkent sum fyrsta val, skulu allir sjúklingar viðgerðast við heilivágnum, og tað kemur at kosta millum tríggjar og fýra milliónir krónur eyka á heilivágskontuni.  

Viðgerð við Zytiga er sera dýr, og viðgerðin av einum sjuklingi kostar 440 túsund krónur um árið.

Sum onnurlinju viðgerð snýr tað seg um einar fýra sjúklingar, men verður Zytiga fyrstu linju viðgerð, skulu umleið 12 sjúklingar viðgerðast við Zytiga, og tað fer altso at kosta millum tríggjar og fýra milliónir krónur eyka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991