- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skattatrýstið lækkað tvey prosentstig
Skattatrýstið í Føroyum minkaði knappliga tvey prosentstig í fjør.
Tað upplýsir Hagstovan í dag.
Síðani 1998 hevur skattatrýstið í Føroyum verið millum 44 og 46 prosent. Men í fjør fór tað niður í 42,4 prosent. Orsøkin er, at BTÚ, bruttotjóðarúrtøkan, vaks 5,1 prosent samanborið við 2012, men skattainntøkurnar vuksu bara 0,6 prosent.
103 mió. kr. meira
Skatturin av lønum í fjør var tríggjar milliardir og 92 milliónir krónur, 103 milliónir meira enn í 2012. Vinnan rindaði góðar 250 milliónir í skatti í fjør, 64 milliónir meira enn í 2012. Skatturin av kapitalvinningi, so sum rentuinntøkum, fór niður í helvt. Og avgjald av kapitaleftirlønum minkaði ein triðing.
Tað sæst eisini aftur í landskassanum, at føroyingar keypa fleiri bilar. Skrásetingargjaldið gav 102 milliónir krónur í fjør, framgongdin var 21,4 prosent.
Sosialu grunnarnir, ALS, Samhaldsfasti, Barsilsskipanin og Heilsutrygd, fingu 670 milliónir krónur í fjør.