- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trý heiðursmerki í Íslandi
Føroyar vunnu í gjár tvey gull- og eitt silvurheiðursmerki í kappingini, Nordic Artisan Food Championship, sum varð hildin í Íslandi.
Leif Sørensen, kokkur, vann gull í bólkinum Fiskur. Hann hevði gjørt eitt broyskið fiskakips úr røstum fiski og bygg.
Jóhanna Maria Isaksen vann gull í bólkinum Ber, frukt og grønmeti. Hon fekk gull fyri mjaðurtar-siropp. Jóhanna Maria Isaksen vann eisini silvur í saman bólki, og tað var fyri rabarbusaft.
Fýra føroyingar vóru við í kappingini.
Granskingarsetrið iNova skipaði fyri ferðini til Íslands, og Janus Vang, stjóri, sigur í tíðindaskrivi, at føroysku luttakararnir hava allir samstarvað við granskingarlundina, iNova, at menna sínar vørur.