Kravdu ikki betri atgongd til botnventilarnar

Kravdu ikki betri atgongd til botnventilarnar
Norske Veritas góðkendi Gullberg uttan viðmerkingar, tá skipið varð keypt til Føroya í 2012
Mynd: Suðurrás.fo  
 
14.11.2014 - 14:42

Det Norske Veritas, sum sýnaði Gullberg, helt ikki tað vera neyðugt at krevja betri atgongd til botnventilarnar í maskinrúminum. 

Tá Gullberg varð bygdur í Týsklandi í 1997, varð hann bygdur eftir krøvunum hjá Det Norske Veritas. Trolarin fór so til Russlands, undir russiskt flagg og russiskan klassa.

Í 2012 verður skipið so keypt til Føroya, og kemur tá aftur undir Det Norske Veritas, sum góðkendi skipið uttan viðmerkingar.

Einki broytt

Det Norske Veritas í Føroyum upplýsir, at hjá teimum varð ikki mett, at neyðugt var at krevja betri atgongd til botnventilarnar. Og har var einki broytt, síðani skipið varð klassað í Týsklandi í 1997.

Atgongdin til botnventilarnar í maskinrúminum á trolaranum Gullbergi var ikki sambært forskriftunum hjá Skipaeftirlitinum, segði Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum, við Útvarpið á middegi.

Sjóvinnustýrið hevur útveitt sýn og eftirlit við skipum til klassafeløgini.

Det Norske Veritas var klassafelag hjá Gullbergi.

Ein botnventilur, sum ikki bar til at sleppa framat at skrúva fyri, var kanska orsøkin til, at Gullberg sakk. Maskinmeistarin slapp ikki fram at ventilinum fyri sjógvi.

Ikki brot á fráboðan

Sambært Det Norske Veritas í Føroyum var atgongdin til botnventilarnar í maskinrúminum á Gullbergi ikki brot á fráboðanina hjá Sjóvinnustýrinum um hesa atgongd. 

Og eingin dugdi at ímynda sær, at ein brotin botnventilur ella brotið sjófiltur kundu gera, at skipið so skjótt fyltist av sjógvi.  

Men eftir, at Gullberg sakk, er klassin varugur við trupulleikan og kannar, hvussu støðan er á øðrum skipum. 

Í maskinrúminum hjá systurskipinum hjá Gullbergi, Sjagakletti, eru broytingar gjørdar, so atgongdin til botnventilarnar er betri.     

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212